Frá U21 til A-landsliðið

Í fjør var hann ein av stuðulsspælarunum á U21-landsliðnum, sum spældi HM-endaspælið í Algeria. Nú hevur hann tikið fetið upp í hópin hjá A-landsliðnum.

– Tað er munur á. Kappingin um plássini er nógv harðari, og støðið á venjingunum er munandi hægri, sigur Kjartan Johansen.

Strandingurin stóð seg væl undir HM í fjør. Hann fekk fleiri tilboð frá feløgum uttanlands. Hann valdi Norra og Fyllingen, sum spælur í bestu deildini. Og hesar seks mánaðirnar hevur hann ment seg sum hondbóltsspælara.

– Tað tykist sum, at eg verði betri fyri hvønn dag, bæði fysiskt og á vøllinum sum heild, sigur hann.

Sunnudagin fara Kjartan og hinir í landsliðshópinum av landinum. Teir skulu spæla tríggjar HM-undankappingardystir. Mótstøðuliðini verða Italia, Rumenia og Ukraina. Tað verða nakrir truplir dystir, men Føroyar kunnu meira enn so standa seg, heldur Kjartan.

– Vit skulu spæla upp til okkara besta fyri at fáa eitt gott úrslit. Eingin roknar við okkum, men ta støðuna eru vit vanir við. Framtíðin er bjørt, her eru fleiri ungir spælarar, so vit verða væntandi bara betri við tíðini, sigur Kjartan Johansen.

FM1-avtalan heldur fram

17. september 2019

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling.

HSF og P/F SMS leingja samstarvið

15. september 2019

Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20.

Væleydnað dómaraskeið

12. september 2019

Seinasta vikuskiftið skipaði HSF fyri A– og B-dómaraskeiðum saman við roynda IHF dómaravegleiðaranum, Jørn Møller Nielsen.