Fráboðan um kappingina

Kunning viðvíkjandi kappingini í SMS og Okkara deildini.

Eftir fráboðanina frá almennu myndugleikunum í dag, har boðað varð frá, at skipast kann fyri kappingum/dystum frá 9. mai at rokna, fer HSF, við støði í samskiftinum, sum hevur verið við feløgini seinastu vikurnar, at gera eina endaliga ætlan fyri, hvussu HSF mælir til, at venjingarnar hjá leikarunum í SMS og Okkara deildunum verða skipaðar ta næstu tíðina, og hvussu SMS og Okkara kappingarnar skulu avgreiðast í samsvar við tey tilmælini, sum almennu myndugleikarnir eru komnir við. Endaliga ætlanin verður send feløgunum skjótast gjørligt.

Vísandi til, at HSF ynskir at fáa høvi at ráðføra seg við serligu Korona-ráðgevingina, áðrenn eitt endaligt tilmæli um, hvussu venjingarnar verða skipaðar, og ein endalig ætlan fyri, hvussu kappingarnar skulu avgreiðast, verður send feløgunum, skulu feløgini ikki vænta at frætta aftur hesum viðvíkjandi fyrr enn aftaná páskir.

HSF fer við hesum at nýta høvi til at ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.