Framá saman við P/F Wenzel

Hondbóltssambandið og P/F Wenzel hava longt sponsorsamstarvið fram til 2024 og verður P/F Wenzel sostatt verandi stórstuðul og bilveitari hjá HSF í 2022 og 2023.

Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel, sigur um longda sáttmálan:
– Føroyskur hondbóltur hevur tikið risafet seinastu árini. Eg havi sjálvur verið virkin í hondbólti, bæði sum leikari og nevndarlimur, og eg veit um tað stóra arbeiðið, sum liggur liggur aftanfyri bæði hjá sambandi og feløgum. Tað er stuttligt, at vera við til at skapa karmar, og at føroyska tjóðin kann hava landslið, sum vit øll eru errin av.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, viðmerkir um avtaluna:
– Vit hava havt eitt serstakliga gott samstarv við P/F Wenzel seinastu árini. P/F Wenzel er ein gomul og vælrikin fyritøka, sum eisini hevur megnað at endurnýggja seg við góðum úrslitum. Hetta gongur hond í hond við okkara hugsjónir í Hondbóltssambandinum, har tað vælskipaða grundarbeiðið skal skapa góðu úrslitini.

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.