Framúr avrik av Føroyum

24-24!

Eitt úrslit, sum eingin hevði droymt um. Men tað er veruleiki. Føroyar hava fingið stig í sínum fyrsta EM-undankappingardysti móti Montenegro. Dysturin varð spældur í montenegriska høvuðsstaðnum, Podgorisa.

Føroysku spælararnir vístu góðan stríðsvilja, og í fyrra hálvleiki revsaðu teir serliga mótstøðumenninar við góðum skjótálopum. Nicholas Satchwell var eisini stinnur millum stengurnar, og føroyska verjuspælið var gott. Í hálvleikinum vóru Føroyar heldur óvæntað á odda 15-10.

Men føroyska spælið var ikki eins sannførandi eftir steðgin. Føroyska verjan tóktist í løtum at missa tamarhaldið á mótstøðumonnunum, sum í heilum spældu seg í góðar støðu. Føroyska álopsspælið var heldur ikki serliga gott. Føroyingarnir mistu ofta bóltin í uppspælinum, og teir misnýttu eisini fleiri møguleikar.

Tá 17 minuttir vóru spældir í seinna hálvleiki vann Montenegro seg á fyrsta sinni framum, 19-18. Heimaliðið dróg eisini so smátt frá, og tá fýra minuttir restaðu í var Montenegro á odda við trimum málum, 24-21.

Men føroysku spælararnir vildu ikki geva skarvin yvir. Eftir eitt timeout fingu Føroyar tvey skjót mál upp í slag. Og innskifti Niklas Simonsen hevði avgerandi leiklut, tá bara 12 sekund vóru eftir at spæla. Montenegro spældi seg í fría skotstøðu, men kvívíkingurin í føroyska málinum bjargaði í stórum stíli. Føroyar fóru síðan í skjótálop. Kjartan Johansen fann Róa Berg Hansen, sum hevði runnið seg í góða støðu – og hann skoraði og tryggjaði Føroyum eitt stig.

Megnar stríðsvilji, megnar liðavrik – eitt megnar úrslit!

Málskjúttar:
Rói Berg Hansen, 6
Jónas Gunnarson Djurhuus, 6
Allan Norðberg, 3
Nicklas Selvig, 3
Rúni Vest Højgaard, 3
Helgi Hildarson Hoydal, 2
Kjartan Johansen, 1

U-landsliðini venja dúgliga

21. mai 2019

Øll ungdómslandsliðini í hondbólti eru altíð serliga virkin í summarmánaðunum og hetta summarið er einki undantak, tí stórar kappingar liggja fyri framman.

Kvinnulandsliðið úttikið

20. mai 2019

A-landsliðið við kvinnum fer nú undir fyrireikingarnar fram móti EM-undankappingini, ið byrjar í heyst. 

Hondbóltsgentur til Skjern at kappast

13. mai 2019

Í døgunum 16. til 20. mai fer eitt ferðalag við ungum hondbóltsleikarum, føddir í 2004 og yngri, til Skjern í Jútlandi at royna seg.