Framúr dystur av Føroyum

Føroyar taptu tepurt fyri Ukraina. Úrslitið var 26-27.

Samett við fyrra dystin millum londini, sum var í Kiev mikudagin, sást frá dystarbyrjarn, at føroysku leikararnir ætlaðu sær uppreisn. Serliga í verjuspælinum var stórur munur.

Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik og einu løtuna vóru Føroyar á odda við tveimum málum, men beint fyri hálvleik vunnu ukrainar seg framumaftur til hálvleiksstøðuna 14-15.

Sum seinni hálvleikur leið, gjørdist larmurin í Royal Arena alsamt størri. Áskoðarnir tyktust at trúgva meira uppá sensatiónina, men tíverri kostaði útvísing og ivasamar dømingar nakað síðstu løtuna og Føroyar taptu við einum máli.

Dysturin var uttan iva best leikti dystur av manslandsliðnum nakrantíð. Samanumtikið eitt megnar avrik av føroysku stríðsmonnunum.

Málskjúttar
Kjartan Johansen 7 (2)
Peter Krogh 3
Helgi Hildarson Hoydal 3
Rói Berg Hansen 3
Rókur Akralíð 2
Jónas G. Djurhuus 2
Hans Eli Sigurbjørnsson 2
Niklas Selvig 2
Áki Egilsnes 1

Framúr dystur av Føroyum

14. apríl 2019

Føroyar taptu tepurt fyri Ukraina. Úrslitið var 26-27.

Klárt til stóra brakið

12. apríl 2019

Karmarnir eru av teimum bestu, tá føroyska manslandsliðið skal í eldin móti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn.

Taptu fyrra dystin móti Ukraina

10. apríl 2019

Føroyar taptu við ellivu málum móti Ukraina í Kiev í kvøld. Úrslitið var 30-19.