Fríði brotið hondina

Aftur ein skaði hendi í seinna dystinum hjá Føroyum í HM-undankappingini í Italia. Hesaferð var tað Fríði Weyhe, sum fekk skaða í vinstru hond í dystinum móti Rumenia.

Eg fór í eina takling og mótspælarin læsti armin hjá mær fastan inn at kroppinum hjá sær. Mín fingur bleiv fastur í blusuni hjá honum, tá eg royndi at slíta meg leysan. Eg føldi beinanvegin, at okkurt var galið, greiðir Fríði Weyhe frá.

Kollfirðingurin hevur verið á skaðastovuni í kvøld, har røntgenmyndir vístu, at hann hevur brotið eitt bein í hondini. Fríði fer ikki at spæla hondbólt í fýra vikur.

Í dystinum í gjár móti Ukraina, breyt Helgi Hoydal eitt bein í fótinum og hevur fingið boð um at binda frið í tveir mánaðir.

Hópurin hjá Føroyum, sum var 16 mans, er nú minkaður niður í 14 mans til dystin í annaðkvøld móti Italia.

 

FM1-avtalan heldur fram

17. september 2019

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling.

HSF og P/F SMS leingja samstarvið

15. september 2019

Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20.

Væleydnað dómaraskeið

12. september 2019

Seinasta vikuskiftið skipaði HSF fyri A– og B-dómaraskeiðum saman við roynda IHF dómaravegleiðaranum, Jørn Møller Nielsen.