Fríkast: 50 dopingroyndir um árið

Í desember fór Anti Doping Føroyar undir egið eftirlit av føroyskum ítróttafólki. Frammanundan hevur verið neyðugt at fáa umboð úr Danmark til Føroya at gera eftirlitið, men tað er ikki neyðugt meira, tí nú hava fimm føroyingar loyvi at gera sokallaðu dopingroyndirnar.

Av somu orsøk verður nú møguleiki at herða eftirlitið og ætlanin er at gera 50 dopingroyndir um árið.

Í Fríkasti hesaferð greiðir Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Anti Doping Føroya m.a. frá, hvussu fyrsta tíðin hevur hildnast og hvussu ítróttafólkini verða vald út. Hygg her. 

Fyri at fáa meira at vita um doping, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Anti Doping Danmark www.antidoping.dk. Har finnur tú eisini dagførda listan yvir heilivág, ið ikki er loyvdur.

Doping og antidoping er altíð tín egna ábyrgd.

Føroyar móti Danmark

12. apríl 2018

Føroyar eru í bólki við Danmark, Montenegro og Ukraina til EM-undankappingina hjá monnum, sum byrjar í heyst.

FM-finalutíðir

10. apríl 2018

Í næstu viku byrja FM-finalurnar í hvonn- og FTZ-deildini. Fyrru finalurnar eru mikudag og seinnu leygardag. Møguligu triðju finalurnar eru sunnudag.

Væl eydnað leikaramenning

9. apríl 2018

Í vetur hevur HSF skipað fyri leikaramenning eina ferð um mánaðin fyri børnum, sum eru fødd í 2002 til 2005. Samanlagt hava 500 børn luttikið.