Fríkast: Danir á føroyska landsliðnum

Kjak hevur stungið seg upp um hondbóltsspælarar, sum ikki hava føroysk ættarbond, skulu kunna spæla á føroyskum landsliði, nú málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, er úttikin til bruttohópin hjá A-landsliðnum.

Nicholas er breti, men hevur danskan ríkisborgararætt. Frammanundan eru Peter Krogh og Nicklas Selvig á landsliðnum, ið báðir eru danir.

Í Fríkasti hesaferð verður millum annað viðgjørt, hvat hondbóltsreglurnar siga, hvar markið gongur og hvat ein føroyingur er.

Gestur í Fríkasti er Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya.

Fríkast kann síggjast her 

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.