Fylgið við á KVF ella FM1

Í kvøld hevur A-landsliðið havt seinastu fyrireikingarnar til landsdystin móti Ukraina í Kiev í morgin. Allir mans eru klárir og lagið sum altíð gott í hópinum. Síggj dystin móti Ukraina í KVF, sent verður frá kl. 15.20 ella lurta á FM1 frá kl. 15.00.

Føroyar hava møtt Ukraina tríggjar ferðir:
11.01.18 HM-undankapping í Italia 30-22 tap.
10.04.19 EM-undankapping í Ukraina 30-19 tap.
13.0419 EM-undankapping í Keypmannahavn 27-26 tap.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.