Fylgið við HM hjá U18-kvinnum

Allir dystir verða stroymdir á youtube-síðuni hjá IHF.

Í morgin, leygardagin 30. juli, byrjar HM hjá U18-kvinnum í Norðurmakedonia. Kappast verður fram til 10. august, tá finalan verður.

Ert tú staddur í Føroyum, kunnu allir dystir stroymast á youtube-síðuni hjá IHF:
IHF – YouTube

Les meira um hvussu tú kanst fylgja við kappingini á ymsum miðlapallum her:
IHF | News

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.