Fyrireikingarnar eru byrjaðar

Um tvær vikur møtir okkara A-manslandslið Kekkia í Høllini á Hálsi, til EM-undankappingardyst. Seinastu tríggjar dagarnar hava teir bæði havt fysiskar testir og vanliga hondbóltsvenjing. Hetta hevur gingið avbera væl, heldur Sonni Larsen, høvðusvenjari.

  • Eitt, ið hevur verið heldur serstakt við venjingunum hesar seinastu dagarnar er, at fleiri av U20-landsliðsleikarunum hava verið við til venjingarnar. Hetta fyri at byrja eina meira natúrliga yvirgongd frá U-landsliði til A-landslið, ið er nakað, ið vit vóna at gera meira av í framtíðini. Hetta kann eitt nú vera ein stórur fyrimunur, um man skuldi verið so óheldigur at verði raktur av skaðum til dystirnar í januar, sigur Sonni Larsen.

Hetta hevur eisini verið ein fyrimunur, nú fleiri av lyklaleikarunum hava mangla orsaka av sóttarhaldi. Sóttarhald og forsamlingsavmarkingar hava eisini havt stóra ávirkan hjá flestu leikarunum, ið spæla í útlondum.

  • Koronastøðan kann sigast at hava broytt útgangsstøðið eitt sindur. Tað hevur sjálvsagt stóra ávirkan, tá lyklaleikarar ikki fáa verið við til nakað av fyrireikingunum. Sóttarhald og forsamlingsavmarkingar hava órógvað hondbóltin nógv hetta seinasta kappingarárið, sigur Leivur Mortensen, ið er ein av leikarunum í bruttohópinum, sum venur saman.
  • Vit fara at møta einum topptunaðum kekkisum liði, ið kanska ikki hevur havt líka stórar avmarkingar, sum vit hava havt. Hetta í mun til sóttarhald og tílíkt. Vit hava onkrar leikarar, ið ikki hava spælt dystir ella vant við sínum fasta liðið í tveir mánaðar, sigur Sonni Larsen, ið leggur aftrat, at hann hóast umstøðurnar er optimistiskur um avbjóðingina, ið er fyri framman.

Hóast avbjóðingarnar heldur Leivur Mortensen, at Føroyar hava møguleikan at vinna stig.

  • Tað er eingin loyna, at tað liggur ein stór og torfør uppgáva fyri framman. Kekkia er ein stór hondbóltstjóð, sum helst eisini er besta lið í bólkinum. Tá tað er sagt,  so spæla Føroyar sjálvandi at royna at vinna stig. Kanska helst á heimavøllinum.

A-landsliðið hjá monnum spæla tveir EM-undarkappingar dystir móti Kekkia. Fyrri dysturin verður leiktur 6. januar í Høllini á Hálsi, meðan seinni dysturin verður leiktur 9. januar í Pilzen í Kekkia.

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.