Fyrsta hondbóltsvarpið

HSF er farið undir eitt hondbóltsvarp, ið hevur fingið heitið Fríkast.

Í sendingini fáa vit vitjan av hondbóltspersónum, sum fara at greina hondbóltskappingina og greiða frá og kjakast um ymsar hondbóltsstøður.

Í fyrstu sending verður tikið samanum kappingina í hvonn- og FTZ-deildini, saman við viðmerkjaranum, Geir Wardum.

Samrøðan kann síggjast her. 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.