Fyrsta venjing við Ágúst

A-landsliðið við kvinnum hevur um vikuskiftið sína fyrstu landsliðssavning, eftir at nýggi landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, varð settur. 

Venjaratoymið hevur úttikið ein bruttohóp á 22 spælarar frá 10 ymsum feløgum.

Venjingarnar byrjaðu fríggjakvøldið og halda fram til og við sunnudagin.

Ágúst Jóhansson hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur millum annað verið landsliðsvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum í fimm ár. Og liðið spældi seg eisini til síni bestu úrslit nakrantíð hesi árini. Ísland var við til HM-endaspælið í Brasil í 2011 og til EM-endaspælið í Serbia í 2012.

Ágúst Jóhansson hevur eisini verið venjari hjá Levanger í bestu norsku deildini, og hjá Sønderjyske í bestu deildini í Danmark. Í løtuni er hann venjari hjá Vali í bestu kvinnudeildini í Íslandi.

A-kvinnurnar hava eisini fingið nýggjan málverjuvenjara úr Íslandi.

Fyrsta uppgávan hjá teimum og kvinnulandsliðnum er HM-undankappingin í Sveis í døgunum frá 30. november til 2. desember. Føroyar eru í bólki við Sveis, Litava og Finnlandi.

Bruttohópurin
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Margit W. Fríðmundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Siw Matras, TMS Ringsted
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Anja Eliasen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Haukur
Heidi Maria Akselsen, VÍF
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Halla Midjord, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Daniella Joensen, VÍF
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Durita Toftum Joensen, H71
Marita Mortensen, H71

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.