Fyrsti sigur í HM-undankapping

Føroyar hava í dag vunnið sín fyrst sigur í einari HM ella EM-undankapping. Dysturin móti Luksemborg endaði 24 – 22, eftir 11-10 í hálvleikinum Luksemborg – í Luksemborg.

Í dag løgdu Føroyar sera bragdliga fyri. Støðan var eina løtu 9-3, og tað sá út til, at talan fór at verða um sannførandi sigur. Tó koma stígur í og dysturin vendi næstu løtuni og Luksemborg megnaði at vinna seg fram aftur á javnleik. Fitta løtu í seinna hálvleiki reið tað um snarið. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir var støðan 20 – 20, men síðstu tíggju minuttirnar vóru føroyingarnir teir drúgvaru og vunnu 24 – 22. Hetta var ikki minst Nicholas Satchwell at takka, tí hann hivaði tríggjar stórbjargingar fram seinastu løtuna av dystinum.

Leivur Mortensen, Hilmar Leon Jakobsen og Teis Horn Rasmussen fingu møguleikan frá byrjan í dag. Brandur Halgirsson var sjúkur í gjár; í dag var hann aftur á vøllinum. Í fyrsta álopinum skoraðu Føroyar við einum flúgvara frá Niklas Selvig til Hilmar Leon, ið vísti hvussu høgt hann kann hoppa, og hvussu væl hann kann sveima.

Fyrsta stóra korterið høvdu Føroyar fult tamarhald á og vóru eina løtu á odda 9-3. Verjan riggaði væl, Luksemborg gjørdi nógvar tekniskar villur, og okkara vóru til reiðar at revsa við fleiri mótálopum ið góvu mál. Álopsspælið kom tó ongantíð upp at sveima og steðgaði næstan heilt upp eina løtu, har nógv mistøk tíverri settu sín dám á. Bulmikli málverjin hjá Luksemburg kom í gongd, og hann helt fram at taka eftir steðgin og halda dystinum tøttum.

Tað var ikki tí, at føroyingarnir altíð avsluttaðu frálíka væl, men í nøkrum førum vístu millum annað Peter Krogh og Kjartan Johansen, ið var heilt lítið á vøllinum eftir steðgin, hegni við skotinum. Pætur Thomsen kom eisini inn og var tryggur av høgra vongi við sínum fýra skotum. Føroyar vóru á veg avstað aftur frá Luksemburg um miðjan 2. hálvleik, men so skoraði Luksemborg nøkur mál á rað og kom á javnt.

Seinastu løtuna hildu føroysku leikararnir høvdið kalt. Verjan, sum í høvusheitinum spældi væl, lukkaði rímiliga væl av, og tað var ein lykil, at Nicholas Satchwell kom í gongd. Málverjin tók trý frí skot á rað, eitt brotskøst harímillum. Tað var góðskan í avgerandi løtununum, og serliga stríðsviljin og viljin til at vinna, sum at enda bar á mál, og sum gjørdi at okkara endaðu kappingina væl og vunnu sín fyrsta undankappingardyst nakrantíð og fyrstu føroysku stigini í HM-undankapping.

Føroyar – Luksemborg: 24-22 (11-10)

Dystargongdin
5 min: 2-1
10 min: 5-2
15 min: 8-3
20 min: 9-5
25 min: 11-6
35 min: 14-13
40 min: 17-16
45 min: 19-16
50 min: 20-20
55 min: 22-20

Málskjúttar:
Kjartan Johansen 4 (2)
Pætur Thomsen 4
Peter Krogh 3
Hilmar Leon Jakobsen 3
Teis Horn Rasmussen 2
Niklas Selvig 2
Jónas Gunnarson Djurhuus 2
Rókur Akralíð 1
Brandur Halgirsson 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Rói Berg Hansen 1

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 33 prosent
Tóraldur Kollsker 17 prosent

 

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.