Fyrstu føroyameistararnir funnir

Hondbóltsárið 2017/18 er farið at halla og um vikuskiftið vórðu fyrstu FM-vinnararnir funnir í ungdómsdeildunum. 

Gentur 10 hjá VÍF kunnu longu kalla seg føroyameistarar, hóast kappingarárið fyri teirra viðkomandi ikki endar fyrr enn 24. mars. Genturnar úr Vestmanna hava fult stigatal eftir 21 dystir og eru seks stig frammanfyri Kyndil á øðrum plássi.

H71 er føroyameistari hjá gentum 18 við bara einum mistum stigi hetta kappingarárið. Gentur 18-bólkurin, sum í ár hevur verið skipaður sum ein dagskapping við fleiri dystum upp á ein dag, spældi seinastu kappingina leygardagin.

Fyrstu føroyameistararnir vunnu eisini Faxe Kondi-kappingina og eru harvið greipuvinnarar.

FM-vinnararnir í hinum ungdómsdeildunum verða funnir 24. mars og 7. apríl.

 

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.