Fyrstu steypafinalistarnir funnir

Um vikuskiftið varð greitt, hvørji lið skulu spæla Faxe Kondi-finalurnar hjá U18.

Kyndil og Neistin hava vunnið seg í finaluna hjá gentum, og StÍF og Neistin hjá dreingjum.

Komandi vikuskiftið verða finaluliðini í øllum hinum ungdómsdeildunum funnin.

Hálvfinalurnar hjá monnum og kvinnum verða spældar vikuna fyri stóra finaluvikuskiftið.

Framúr dystur av Føroyum

14. apríl 2019

Føroyar taptu tepurt fyri Ukraina. Úrslitið var 26-27.

Klárt til stóra brakið

12. apríl 2019

Karmarnir eru av teimum bestu, tá føroyska manslandsliðið skal í eldin móti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn.

Taptu fyrra dystin móti Ukraina

10. apríl 2019

Føroyar taptu við ellivu málum móti Ukraina í Kiev í kvøld. Úrslitið var 30-19.