G14 hjá Søljuni vunnu gull

Skírishósdag fóru fimm lið hjá SÍF/Søljuni til Danmarkar at taka lut í hondbóltskappingini, Hillerød Påskecup 2019.

Umboðandi liðini í kappingini vóru D12, G12, D14, G14 og D16. Samanlagt taldið ferðaliðið 60 fólk úr øllum bygdunum í Vágum.

Tað gekst væl hjá liðunum, serliga hjá G14, sum vunnu gull og hjá G12, sum vunnu silvur. Vár Edvardsdóttir hjá G12 varð vald besti leikari í finaluni og somuleiðis Jóhanna Jacobsen, málverji hjá G14.

Hondbóltsglaðu vágafólkini koma aftur til Føroya í dag.

FM1-avtalan heldur fram

17. september 2019

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling.

HSF og P/F SMS leingja samstarvið

15. september 2019

Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20.

Væleydnað dómaraskeið

12. september 2019

Seinasta vikuskiftið skipaði HSF fyri A– og B-dómaraskeiðum saman við roynda IHF dómaravegleiðaranum, Jørn Møller Nielsen.