Gallaveitslan 2021

Í fjør var Gallaveitslan avlýst orsakað av korona, men í ár verður Gallaveitslan 2021 leygardagin 8. mai kl. 19.00 í Dansifrøði.

Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð og hevur tað eydnast hondbóltinum at skapt eitt spennandi og afturvendandi tiltak eftir kappingarlok, sum íðkarar og fólk kringum síggja fram til og luttaka í. Eitt av hæddarpunktunum er valið av ársins leikarum, venjarum og dómarum.

Gallaveitslan 2021 verður leygardagin 8. mai kl. 19.00 í Dansifrøði í Havn við Neistanum sum fyriskipara. Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í sambandi við tiltakið. Meðan Neistin hevur ábyrgdina av sjálvari veitsluni, verður tað HSF, sum avgreiður atkvøðugreiðsluna um ársins hetta og hatta, og sum nakað nýtt verður handanin áðrenn veitsluna í BankNordik kl. 17.30. Tað vera høvuðs-, deildar- og stórstuðlar hjá HSF, sum fara at lata og handa steypini.

Evstamark fyri tilmelding til Gallaveistsluna er mánadagin 26. apríl. Prísur kr. 450,- fyri hvønn. Tilmelding fer fram við at hvørt felag sær sendur eitt yvirlit yvir hvørjir persónar eru við til neistin1931@gmail.com. Samstundis skal samsvarandi upphæddin flytast til konto á konto hjá Neistanum.

Skráin fyri Gallaveitsluna
17.30 Ársins leikarar og dómarar í BankNordik.
19.00 Bjóða verður vælkomin við vælkomstdrykki og myndatøku
20.00 Farið verður til borðs
20.15 Høvuðsrættur
21.00 Undirhald og sangur
23.00 Dansur við livetónleiki

Neistin og HSF gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2021. Undirtøkan verður ivaleyst góð, og vónandi síggja vit leikarar, venjarar, dómarar, leiðarar og nevndarlimir, soleiðis at vit, saman við stóru stuðlunum hjá HSF og miðlunum, fáa eina rimmar veitslu, og ein festligan enda á hondbóltskappingarárið 2020/21.

Við ítróttarkvøðu

Neistin og HSF

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.