Gallaveitslan 2022 á Strondum

Gallaveitslan 2022 verður leygardagin 30. apríl kl. 17.30 í Bygdahúsinum á Strondum við StÍF sum fyriskipara.

Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð og er eitt av hæddarpunktunum valið av ársins leikarum, venjarum og dómarum. Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í samband við tiltakið. Meðan StÍF hevur ábyrgdina av sjálvari veitsluni, verður tað HSF, sum avgreiður atkvøðugreiðsluna um ársins hetta og hatta. Eins og í fjør verður handanin av ársins nævnum áðrenn sjálvt borðhaldið. Tað vera høvuðs-, deildar- og stórstuðlar hjá HSF, sum fara at lata og handa steypini. Tey ið velja eru, eitt leikaraumboð/liðskipari, venjararnir hjá liðunum í SMS- og Burn deildini, fjølmiðlarnir, sum fylgja hondbóltinum og landsliðsvenjararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum. Atkvøtt verður við 3, 2 og 1 stigi, og atkvøðugreiðslan, sum er almenn, verður eftir finalurnar.

Tilmelding
Evstamark fyri tilmelding til Gallaveistsluna er fríggjadagin 15. apríl. Prísur kr. 400,- fyri hvønn. Tilmelding fer fram við at hvørt felag sær sendur eitt yvirlit yvir hvørjir persónar eru við til bokhald@stif.fo. Samstundis skal samsvarandi upphæddin flytast til konto í Betri Banka 9181-5038687, viðmerk felag/gallaveitslan 2022.

Skráin fyri Gallaveitsluna
17.30             Bjóða verður vælkomin við vælkomstdrykki og myndatøku
17.45             Ársins hetta og hatta í Lítlasali
19.00             Farið verður til borðs í Stórasali
19.30             3 rættað matskrá, sangur og undirhald
23.00             Dansur við livetónleiki

StÍF og HSF gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2022. Undirtøkan verður ivaleyst góð, og vónandi síggja vit leikarar, venjarar, dómarar, leiðarar og nevndarlimir, soleiðis at vit, saman við stóru stuðlunum hjá HSF og miðlunum, fáa eina rimmar veitslu, og ein virðuligan enda á hondbóltskappingarárið 2021/22.

Við ítróttakvøðu

StÍF og HSF

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.