Góð leikaramenning í Vági

Síðsta vikuskiftið var leikaramenning í Vági fyri U13 og U14 við gentum og dreingum.

Ungu hondbóltsleikararnir norðanfjørðs fóru suður fríggjakvøld og gist varð vesturi á Eiðinum í VB-húsinum, har øll eisini ótu.

Vant var allan leygardagin í høllini, og dystir vóru á skránni í Marghøllini, har báðir vøllirnir vórðu brúktir samstundis. Harumframt sluppu allar leikarar at royna klintriveggin í Marghøllini, við hjálp frá fólki frá ítróttaháskúlanum.

Hondbóltssambandið takkar øllum leikarunum og VB, sum stóð fyri mati og øllum tí praktiska fyri eitt gott vikuskiftið. 

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.