Góðkent avrik móti Rumenia

Føroyska liðið var leingi við í dystinum, men tapti at enda 26-19 móti Rumenia, eftir hálvleiksstøðuna 15-14.

Føroysk liðið byrjaði heldur trilvandi og kom afturum 8-3 eftir 10 minuttir. Okkara høvdu okkara ilt við at koma til góðar málmøguleikar, verjan hekk illa saman og høvdu okkara ringt við steðga stóra skjúttanum hjá Rumenia Balzaliu, sum ferð eftir ferð hølvaði bóltarnar inn. Í álopsspælinum var spælt ov nógv innyvir miðjuna, har vælvaksna rumenska verjan stóð tjúkt fyri.

Um miðjan hálvleik kom 18 ára gamla Jana Mittún á vøllin í sínum fyrst A-landsdysti, og hon gjørdi beinanvegin mun. Betur glið kom á álopsspælið, samstundis sum Annika Fríðheim Petersen hevði fleiri góðar bjargingar í føroyska málinum. Eisini kom Rakul Wardum í føroyska málið og tók eitt brotskast. Hetta var eisini fyrsti EM-undankappingardystur hjá Rakul. Maria Halsdóttir Weyhe var trygg við brotkøstunum og skoraði 4 av 4 møguligum í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið át spakuliga av rumensku leiðsluni og var bara eitt mál aftanfyri í hálvleikinum, 15-14.

Føroyska liðið byrjaði illa í seinna hálvleiki við fleiri feilscreeningum, tekniskum villum og brendum skotum. Verjan hjá Føroyum stóð tó enn væl og var virkandi til, at okkara ikki komu longur afturum. Okkara skoraðu tó bara 5 mál í seinna hálvleiki í mun til tey 14 í fyrra, og var hetta fyrst og fremst orsøkin til at dysturin var taptur.

Allir 16 føroysku leikararnir vóru á vøllinum og vóru mest eyðsýndu helst Annika F. Petersen í málinum, Turið Arge Samuelsen og Jana Mittún í álopinum.

Dystargongdin:
5 min 4-1
10 min 8-3
15 min 10-6
20 min 11-9
25 min 15-11
30 min 15-14
35 min 17-14
40 min 19-16
45 min 20-16
50 min 22-18
55 min  24-19
60 min 26-19

Málskjúttar:
Jana Mittún 4
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Turið Arge Samuelsen 4
Pernille Brandenborg 3
Ninna Katrin Johansen 2
Súna Krossteig Hansen 1
Marianna Geirsdóttir Eystberg

Málverjar
Annika Fríðheim Petersen 11 bjargingar
Rakul Wardum 2 bjargingar

SMS deildin: Stjørnan – H71 útsettur

21. oktober 2021

Orsakað av staðfestum koronatilburðið, verður dysturin í SMS-deildini í kvøld millum Stjørnuna og H71 útsettur.

Burn og SMS halda áfram sum deildarstuðlar hjá HSF

21. oktober 2021

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fram til kappingarlok 2023.

H71 góð úrslit í European Cup

18. oktober 2021

H71-kvinnur eru víðari í European Cup, meðan mennirnir skulu spæla seinna dystin í Drammen sunnudagin.