Gott avrik móti Týsklandi

Føroysku mennirnir spældu ein framúrskarandi fyrra hálvleik móti Týsklandi, har vit vóru á odda við einum máli, 16-15. Krútið gekk tó undan í seinna hálvleiki og endaliga úrslitið gjørdist 33-27 í Týsklands.
Føroyingarnir fóru upp at flúgva móti endanum av fyrra hálvleiki, og tað tyktist næstan sum um, at takið í Høllini á Hálsi, ið var fullsett, fór av tær báðar ferðirnar, tá okkara løgdu seg á odda móti Týsklandi.

Tað var +1 til Føroyar í steðginum, men eftir eina javna byrjan uppá seinna hálvleiki, har liðini skiftust um at skora, vísti týski risin sína styrki. Føroyska liðið fór at gera alsamt fleiri tekniskar villur – átta fleiri vóru samanlagt í seinna hálvleiki, í mun til fyrra -, misnýta fleiri møguleikar, og tað gjørdist ongantíð aftur veruligur spenningur í, hvat endaúrslitinum viðvíkur.

Í verjupartinum hevði føroyska liðið ilt við at tarna teimum stóru, sterku og eisini snildu týskarunum, og dundurskot flugu framvið føroysku málverjunum; tó at Pauli Jacobsen hevði nakrar góðar bjargingar í seinna hálvleiki.

Samanumtikið var ein greiður munur á liðunum yvir tveir dystir, tó at føroyska spæli í stórum løtum var heilt gott, og tað var millum annað jaligt at síggja samlaða stríðsviljan, og at okkara spældu seg til so nógv opin skot móti so sterkum liði.

Hjá føroyska liðnum snýr tað seg nú um at venda eyguni móti EM-undankappingini, sum byrjar í heyst, har møguleikarnir eru spennandi.

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 8-10
25 min: 12-14
30 min: 16-15
35 min: 19-19
40 min: 19-22
45 min: 20-25

50 min: 22-28
55 min: 25-31
60 min: 27-33

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Pætur Mikkjalson 5
Hákun West av Teigum 4

Kjartan Johansen 3
Peter Krogh 2
Tróndur Mikkelsen 1
Leivur Mortensen 1
Nicklas Selvig 1
Helgi Hildarson Hoydal 1

U18-landsliðið hjá kvinnum úttikið

20. mai 2022

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 leikarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi.

Landsliðsvirksemi í summar

19. mai 2022

HSF hevur eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

Aðalfundur 2022

18. mai 2022

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður mikudagin 15. juni klokkan 18.30 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.