Greitt tap fyri Hvítarusslandi

A-landsliðið hjá kvinnum tapti greitt fyri vertunum í Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 13-21, eftir 7-15 í hálvleikinum.

Tað var greitt áðrenn dystin, at Hvítarussland hevði eitt sterkt lið. Liðið hevur áður givið tjóðum sum Noregi skarpan gang. Føroyska liðið byrjaði hampuliga væl og hingu okkara í til miðjan fyrra hálvleik, tá støðan var 5-7. Verjuspælið hjá okkara haltaði tó allan hálvleikin og fór Hvítarussland frá okkara í seinnu helvt av hálvleikinum. Støðan var 7-15 í hálvleikinum.

Føroyska liðið stóð seg væl betri í seinna hálvleiki, sum endaði javnur, 6-6. Liðið fór longur aftur at verja og fekk tætt um holini í verjuni. Samstundis stóð Annika Fríðheim Petersen ein kanón góðan hálvleik í málinum, har hon púra tók pippið frá hvítarussisku skjúttunum. Annika hevði 17 bjargingar í dystinum. Føroyska liðið hevði tað tó trupult við at skjóta mál í álopinum, sum koyrdi alt ov stirvi.

Føroyska liðið skal spæla móti Sveis í morgin kl. 13.00, føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin og hevur FM1 eisini frásøgn.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Kristianna Henneberg Joensen 3
Maria Halsdóttir Weyhe 2
Tóra Eliasen 2
Marita Mortensen 2
Bjarta Johansen 1
Ingunn Kristina Persson 1
Anna Brimnes 1
Lív S. Poulsen 1

Annika Fríðheim Petersen 17 bjargingar

A-landsliðið hjá monnum er úttikið

13. apríl 2021

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Russlandi og Kekkia, sum verða , 28. og 30. apríl og 2. mai.

Online barnavenjaraskeið

12. apríl 2021

Í mai mánaði skipar IHF fyri fleiri online barnavenjaraskeiðum. Øll kunnu melda seg til. Les meira um skeiðini her.

Dagført: Skráin fyri endaspælið

30. mars 2021

Dagført við kvinnuhálvfinalunum. Nú byrjar endaspælið í Burn- og SMS-kappingini og rúgvusmikla skráin er løgd.