Grønland kann spæla seg til HM

Leygardagin byrjar Pan American Men´ Handball Championship, sum er hondbóltskapping millum lond í Karibia, Suðuramerkia, Norðuramerika og harumframt Grønland. 

Kappingin er í eina viku og verður hildin í Nuuk. Trý tey fremstu londini vinna sær pláss til HM-endaspælið, sum verður í januar 2019.

Føroyski venjarin hjá grønlendska manslandsliðnum er vónríkur.

Tað verður torført at enda millum tvey tey fremstu londini, men eitt triðja pláss er ein møguleiki. Vit eru væl fyri, men alt skal tó ganga upp í eina hægri eind, fyri at tað skal eydnast, sigur Ingi Olsen.

Argentina og Brasilia verða mett at vera sterkastu londini í kappingini.

Grønland er í bólki við júst Brasilia, umframt Kanada, Uruguai, Kolumbia og Paraguai.

Í hinum bólkinum eru Argentina, Kuba, Kili, Puerto Riko, Guatemala og Peru.

Tvey lond frá hvørjum bólki kunnu spæla seg víðari til hálvfinalurnar.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.