H71 6 máls tap í European Cup

Hóast teir vóru væl við fyrstu løtuni, so dragnaðu hoyvíkingar og taptu 27-21 fyri RK Partizan Beograd, eftir hálvleiksstøðuna 14-11 til serbarnar.


Hoyvíksingar vóru frammanfyri 11-10, men brendu ov illa seinastu løtuna fyri hálvleik og komu afturum 14-11. Peter Krogh sat uttanfyri við skaða, og tað var saknur í honum í dag, serliga í verjuni, har hoyvíksingar høvdu trupult við at standa í móti kropssterku serbunum.

RK Partizan økti tíðliga í seinna hálvleiki um leiðsluna til 17-11 og tá var dysturin so at siga avgjørdur. Skoringsprosentini vóru ov lág og hevði serbiski málverjin heili 51 í bjargingarprosenti.

Liðini møtast aftur sunnudagin kl. 17.00, føroyska tíð.

Málskjúttar hjá H71:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 8
Suni Dalsgaard 3
Rókur Ziskason 2
Tormóður P. Djurhuus 2
Baldur Gillason 2
Sveinur Olafsson 2
Sakir Frýdal 1
Jón Rói Mohr Høgnesen 1

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.