H71 aftur í eldin komandi vikuskiftið

Komandi leygar- og sunnudag, 20. og 21. novembur verður annað umfar hjá hoyvíkskvinnum í European Cup spælt.

Dystirnir hesaferð verða spældir í Hoyvíkshøllini ímóti sveisiska liðinum, Spono Eagles. Báðir dystirnir byrja kl. 18.00.

Spono Eagles hava hagartil vunnið báðir dystirnir, júst sum H71. Tær spældu sínar fyrstu dystir ímóti KHF Vushtrria, sum eru úr Kosovo. Spono Eagles vunnu báðir dystirnir sanførandi 41-6 og 42-14, tilsamans 83-20.

Spono Eagles er stovnað í 1971, eins og H71, og hava vunnið sveisiska meistaraheitið 5 ferðir, steypakappingina 5 ferðir og sveisisku supercup kappingina 4 ferðir. Tær klára seg eisini væl í landskappingini í ár og liggja nummar trý.

Kvinnulandsliðið saman hesa vikuna

30. september 2022

A-landsliðið hjá kvinnum er savnað til venjingar í Føroyum hesa vikuna.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.