H71 er føroyameistari

H71 hevur tryggja sær FM-heitið hjá bæði monnum og kvinnum.

Hetta gjørdist greitt í gjár, tá H71 kvinnur vunnu triðju FM-finaluna móti Neistanum 27-18. H71 vann sostatt tríggjar tær fyrstu finalurnar og tryggjaði sær harvið FM-heitið. Talan var um greiðar sigrar, 29-24, 26-19 og nú 27-18. Hetta er fyrstu ferð, at H71 vinnur FM hjá kvinnum.

H71 vann eisini tríggjar tær fyrstu FM-finalurnar hjá monnum og harvið FM. H71 vann finalurnar 29-19, 32-25 og 29-24. Hetta er sættu ferð at mennirnir hjá H71 vinna FM.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.