H71 í átta finalum

Stór menning er farin fram í H71 seinnu árini og góða gongdin tykist at halda fram. Higartil hava átta lið hjá felagnum leikt seg í Faxe Kondi finaluna í stóra hondbóltsvikuskiftinum, sum í ár verður 17. og 18. februar.

Frá U12 og til U18, eru øll liðini hjá H71 í finaluni, bæði hjá gentum og dreingjum.

Leygardagin eru hálvfinalurnar hjá U10 og tá hava tey bæði yngstu liðini hjá felagnum møguleika at vinna seg í Faxe Kondi finaluna.

Eisini stendur væl til hjá Neistanum við umboðan í Faxe Kondi finalunum. Higartil hava fimm lið vunnið sær finalupláss, ið eru U14 við gentum, U16 og U18 við gentum og dreingjum.

Hesi hava higartil ognað sær finalupláss:

G12  H71 – STÍF
D12  H71 – VÍF
G14  H71 – Neistin
D14  H71 – Kyndil/ÍA
G16  H71 – Neistin
D16  H71 – Neistin
G18  H71 – Neistin
D18  H71 – Neistin

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.