H71 kvinnnur spæla European Cup í kvøld

Dystirnir ímóti eysturríkska mótstøðuliðnum, SC Ferlach, verða báðir spældir í Eysturríki – tann fyrri verður í kvøld, fríggjakvøld klokkan 18, og tann seinni í annaðkvøld klokkan 18.

H71-kvinnurnar høvdu eina venjing í Ballspielhalle Ferlach í gjárkvøldið, og tað er høllin, ið hýsir dystunum báðum. Eisini vandu kvinnurnar styrkivenjing í gjár, men hvíla seg í dag, nú dystur er á skránni tveir dagar á rað.

Veðrið hevur verið av tí besta, so tær hava annars tikið sær av løttum og havt gott samanhald dagarnar í Ferlach. Tær búgva á síni egnu gongd á einum eldri gistingarhúsi í býnum, og sum skilst eru umstøðurnar góðar í allar mátar hjá teimum.

Hjá veddingarfyritøkum er H71 favorittur, men av tí at torført er at meta um styrkina hjá SC Ferlach, ið fyri fyrstu ferð spælir europeiskar dystir og bara síðani 2019 hevur verið í bestu kvinnudeildini í Eysturríki, byggja oddsini helst á okkara úrslit í fjør.

Tá megnaði H71 at koma heilt í fjórðingsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, men vandin fyri kríggi í Ukraina steðgaði europeiska ævintýrinum tá.

Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo

Ársins 2022-23

27. mai 2023

Ársins gallaveitsla er í kvøld og hesi hava vunnið ársins heiðrar í hondbólti kappingarárið 2022-23.

Spennandi U-landsliðsskrá

25. mai 2023

Kappingarárið í hondbólti er av, men eru ungdómslandsliðini nú farin undir regluligar venjingarnar fram ímóti spennandi uppgávum í summar. Venjingarnar byrjaðu Kristi Himmalferðardag og halda fram til kappingarnar í summar.

Hákun West av Teigum millum heimsins bestu

24. mai 2023

Hákun West av Teigum er í uppskoti til ársins høgra vong til EHF Excellence Awards 2023.