H71-kvinnur møta liðið úr Eysturríki

Lutakast hevur verið til European Cup hjá kvinnum og møta H71-kvinnur SC witasek Gerlach úr Eysturríki.

Eysturríkska liðið luttók ikki í europeiskari kapping seinasta kappingarár, men gjørdist nummar trý í eysturríksku deildini í vár.

Tilsamans 59 lið luttaka í European Cup hjá kvinnum komandi kappingarár. Fyrstu dystirnir skulu leikast vikuskiftini 8./9. oktober og 15./16. oktober. Um bæði liðini semjast um tað, kunnu báðir dystirnir avgreiðast sama stað, sama vikuskiftið.

Hjá monnum luttekur H71 eisini, men luttaka teir ikki í fyrsta umfarinum, tá teir eru styrkismettir hægri. Lutakastið hjá teimum verður 20. september. 77 lið luttaka í European Cup hjá monnum og verða fyrstu dystirnir hjá H71 vikuskiftini 29./30. oktober og 5./6. november. Um bæði liðini semjast um tað kunnu báðir dystirnir avgreiðast sama stað sama vikuskiftið.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.