H71-menn møta Partizan Beograd

Lutakast hevur verið til European Cup hjá monnum. H71-menn skulu møta Partizan Beograd úr Serbia.

Talan er helst um eitt avbjóðandi lutakast, tá Partizan gjørdist nummar 2 í serbisku liguni bæði kappingarárið 2020-21 og 2021-22. Søguliga er Partizan eisini tað næstmest vinnandi serbiska felagið í serbiskum hondbólti.

Dystirnir skulu avgreiðast millum 29. oktober og 6. november.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.