H71-menn móti RK Partizan í European Cup

Komandi fríggjadag og sunnudag skulu H71-menn í eldin í European Cup.

Talan er um sterka mótstøðu, tí RK Partizan Beograd hevur vunnið silvur í serbisku liguni tvey tey seinastu kappingarárini og er søguliga næstmest vinnandi felagið í Serbia.

Dystirnir verða báðir spældir á útivølli í Beograd og byrja báðir kl. 17.00, føroyska tíð.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.