H71-menn úti av European Cup

H71 tapti eisini seinna dystin móti RK Partizan Beograd. Dysturin í dag endaði 35-30, eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til serbarnar.

Mansliðið hjá H71 hevði í dag ein torføran arbeiðssetning at vinna seg víðari móti sterka serbiska liðnum, Partizan Beograd í Europa Cup kappingini.

H71 tapti fyrra dystin fyri Partizan 21-27 (11-14), og tí máttu hoyvíkingar vinna við sjey málum í dag fyri at vinna seg víðari í kappingini.

Í fyrra hálvleiki var H71 væl við, og tá liðini fóru til steðgin var Partizan bert á odda 16-15. 

Í seinna hálvleiki dróg Partizan tó frá H71 og vann at enda ein 35-30 sigur, og harvið ein samlaðan 62-51 sigur.

H71 spældi báðar dystirnar niðri í Serbia á einum torførum útivølli.

Málskjúttar hjá H71:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 8
Tormóður P. Djurhuus 6
Jón Rói M. Høgnesen 4
John Vilhelm Skaalum 3
Sakir Frýdal 2
Baldur Gillason 2
Rókur Ziskason 2
Sveinur Olafsson 2
Rói S. Hjaltason 1

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.