H71 møta sponskum liði í European Cup

Atletico Guardés verður mótsstøðuliðið hjá H71-kvinnum í áttandapartfinaluni í European Cup.

Talan er um sterka mótsstøðu og standa sponsku kvinnuliðini seg vanliga væl í europeisku kappingunum. Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 7. Liðið var spanskur meistari í 2017.

Liðið er úr býnum A Guarda, sum liggur í landslutinum Galisia, við vesturstrondina í Spania, við markið til Portugal.

Heima- og útidysturin móti Atletico Guardés skulu spælast í tíðarskeiðnum 7. – 15. januar.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.