H71 og Neistin í FM-finaluni

FM-finaluliðini hjá monnum kappingarárið 2018/19 eita H71 og Neistin.

Tað gjørdist greitt, tá triðju og avgerðandi hálvfinalurnar vórðu spældar í gjárkvøldið.

Í einari stúgvandi fullari Hoyvíkshøll hittust H71 og VÍF. Lagt var upp til ein spennandi dyst og tað gekk eisini javnt á í fyrra hálvleiki, men í øðrum hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp hjá vestmenningum og hoyvíkingar drógu frá og vunnu 28-21, og vunnu sær harvið pláss í FM-finalunum.

Í Høllini á Hálsi hittust hini bæði hálvfinaluliðini, Neistin og Kyndil. Eins og undanfarnu dystir gekk javnt á allar 60 minuttirnar. Liðini skiftust um leiðsluna og tað var ongantíð meira enn tvey mál á muni.

Tað, sum eyðmerkti dystin varð hart og verjukent spæl, sum gav eina rúgvu av útvísingum og tvey reyð kort til Kyndil. Neistin vann dystin 21-20, og hevur tryggjað sær atgongumerki til FM-finalurnar.

Fyrsta FM-finalan er um vikuskiftið. Spælast skal best av fimm møguligum finalum. Tríggjar skulu vinnast fyri at vinna FM. Liðið, sum endaði ovari í landskappingini eftir trý umfør, velur hvar fyrsti dystur skal spælast og hevur rætt til heimavøll í møguligum fimta dysti.

Dystarskrá:

Leygardagin 30. mars
Kl. 18.00 bronsudystur: VÍF – Kyndil

Sunnudagin 31. mars
Kl. 18.00 finala 1: H71 – Neistin

Mikudagin 3. apríl
Kl. 20.00 finala 2: Neistin – H71

Hósdagin 18. apríl
finala 3: H71 – Neistin

Mánadagin 22. apríl
finala 4: Neistin – H71

Leygardagin 27. apríl
finala 5: H71 – Neistin

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.