VÍF og StÍF eru føroyameistarar

Eftir fýra finalum fall avgerðin avgerðin SMS- og Burn-kappingini í gjár. VÍF er føroyarmeistari hjá monnum og StÍF hjá kvinnum.

Hóast fleir tættar og spennandi finalur var eingin ivi í gjár. Hjá kvinnum vann StÍF greitt 30-20 á Neistanum á Skála, meðan VÍF vann greitt 34-24 á H71, í Hoyvík hjá monnum. Sostatt endaði finalustríðið 3-1 til ávikavist StÍF hjá kvinnum og VÍF hjá monnum. Hjartaliga tillukku StÍF og VÍF!

Finaluúrslitini hjá kvinnum:
Neistin – StÍF 23-22
StÍF – Neistin 24-25
Neistin – StÍF 20-27
StÍF – Neistin 30-20

Finaluúrslitini hjá monnum:
VÍF – H71 26-21
H71 – VÍF 34-33
VÍF – H71 28-26
H71 – VÍF 24-34

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.