H71 sannførandi steypavinnarar

Munurin var stórur. H71 vann Faxe Kondi finaluna heili 28-12 móti Neistanum, eftir 13-5 í hálvleikinum.

Spenningur var ongantíð í dystinum, sum H71 setti seg tungt á frá byrjan. Neistin skoraði bert tvey mál fyrstu 20 minuttirnar, tá støðan var 11-2. Hálvleiksstøðan var 13-5 til H71. Verjan og málverjarnir hjá H71 stóðu stinnir allan dystin og var ikki nokk av hugflogi og styrki í neistaálopinum til at hótta H71.

Dagsins leikarin var kosin Pauli Jacobsen, sum saman við Ára Dam bert lat 12 mál inn í dystinum.

Hetta var fimtu ferð at H71 vann hetta steypið og fingur teir tað tískil til ognar.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.