H71 skrivar føroyska hondbóltssøgu

Við at vinna seg víðari til triðja umfar í European Cup, hava H71 skrivað føroyska hondbóltssøgu. Einki føroyskt lið hevur áðru vunnið seg víðari úr øðrum umfarið í evropeiskari kapping.

Hoyvíkskvinnur spældu um vikuskiftið annað umfar í European Cup. Dystirnir vóru móti sveisisku Spono Eagles í Hoyvíkshøllini, ávikavist leygar- og sunnudagin.

Hoyvíkskvinnur byrjaðu sera væl og vunnu fyrra dystin 36 – 26. Seinni dysturin var tættari, men høvdu hoyvíkskvinnur tó tamarhald á dystinum, hóast tær taptu dystin 31-29. H71 vann sostatt 65-57 samanlagt og hava nú spælt seg í 1/8 finalurnar í European Cup.

Lutakastið hvussu spælast skal víðari í kappingini verður í morgin, týsdagin 23. november kl. 10.00. Triðja umfar verður leikt, antin 8. og 9. ella 15. og 16. januar.

H71 er øðrum styrkislagi og kunnu møta liðum úr styrkislagi 1.

Í styrkislagi 1 eru hesi liðini:

Sokol Pisek (CZE)
Costa del Sol Malaga (ESP)
Visitelche.com Bm Elche (ESP)
SSV Brixen Südtirol (ITA)
Cabooter HandbaL Venlo (NED)
ZRK Naisa Nis (SRB)
Kristianstad Handboll (SWE)0
Izmir BSB SK (TUR)

Atgongumerki til sølu

31. januar 2023

Kl. 12.00 í dag koma atgongumerki til komandi steypafinalurnar og manslandsdystir til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.