H71 spæla fjórðingsfinlur í European Cup

Sunnudagin 13. februar og sunnudagin 20. februar spæla H71-kvinnur aftur European Cup.
H71-kvinnur eru nú millum seinastu 8 liðini í European Cup hjá kvinnum. Komandi sunnudag kl. 12.00, føroyska tíð, møta tær ukrainsku HC Galychanka Lviv á útivølli í Lviv.  Seinni dysturin verður í Høllini á Hálsi sunnudagin 20. februar kl. 20.00.

Hetta er fyrstu ferð at kvinnurnar úr Hoyvík luttaka í europeiskari kapping, meðan ukrainska liðið hevur luttikið heili 21 ferðir. Fyrstu ferð í 1993. Tvær ferðir hevur liðið rokkið hálvfinalurnar. Liðið liggur í løtuni greitt á odda í ukrainsku kappingini og hevur liðið eisini fleiri ukrainskar landsliðsleikarar.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.