H71 úti úr European Cup

Hóast eitt megnaravrik yvir tveir dystir móti sponsku Atletico Guardés, so rakk tað ikki til víðari luttøku og eru H71-kvinnur úti úr European Cup.

Um vikuskiftið hevur H71 spælt áttandapartsfinalur móti Atlético Gaurdes í Spania, og báðir dystirnir vóru leiktir í A Guarda, sum liggur við vesturstrondina í Spania.

Í fyrra dystinum var Atletico Guardes á odda við níggju málum eina løtu í seinna hálvleiki, men við góðum endaspurti frá hoyvíkskvinnum var lív framvegis í European Cup-uppgerðini. Fyrri dysturin endaði 34-31 til spanska liðið eftir 17-12 í hálvleikinum.

Avrikið hjá hoyvíkskvinnum var betri í seinna dystinum og var munurin ongantíð stórur. Í fleiri umførum var H71 á odda. Móti endanum kom tó fjáltur á hoyvíkskvinnur, og tað eydnaðist ikki at fáa bóltarnar inn. Tað endaði við at Atlético Guardes tryggjaði sær víðari luttóku í European Cup og vann við tveimum málum, 28-26.

Hetta er annað árið á rað, at H71-kvinnur eru í áttandapartsfinalunum í European Cup.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.