H71 víðari

H71 kvinnur vunnu seg í gjár víðari til 1/8 finaluna í European Cup, eftir 29-24 sigur móti DHC Slavia Praha.

Leygarkvøldi tóku H71 kvinnurnar ímóti kekkisku kvinnunum úr Slavia Praha. Hóast javnan dyst, endaði úrsliti við einum 2-málssigri til kekkiska liðið. Tað hevði við sær, at H71 máttu vinna við í minsta tveimum málum, fyri at hava ein møguleika at vinna sær eitt pláss í 1/8 finaluni.

Hoyvíkskvinnur byrjaðu seinna dystin sera væl. Leiðslan hjá H71 lá millum trý og seks mál teir fyrstu 20 minuttirnar, og harvið lógu tær samanlagt á odda. Síðstu 10 minuttirnar undan steðginum, tóku kekkisku kvinnurnar sær tó um reiggj, og megnaðu at minka um málmunin niður á 1 mál. Hálveiksstøðan var 15-14. Eftir fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, høvdu Slavia Praha vunnið sær eina tveymálsleiðslu. H71 slógu kalt vatn í blóðið, og við Janu Mittún sum toppskjútta, vunnu tær ein tryggan sigur á 29-24, og eru harvið víðari til 1/8 finaluna í European Cup.

1/8 finalurnar í European Cup verða leiktar í viku 1 og 2 í januar.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.