H71, VÍF og Kyndil í finalunum

Eftir dagsins sera spennandi hálvfinlur er greitt, at tað verða H71, VÍF og Kyndil, sum verða umboðaði í Faxa Kondi finalunum 2020.

Hjá kvinnum er H71 fyri fyrstu ferð í finaluni. Tær møta VÍF. H71 vann hálvfinalurnar rættiliga greitt móti Neistanum, 46-38 tilsamans, yvir tveir dystir. VÍF vann eisini báðar sínar hálvfinalur móti Kyndli, 53-46, tilsamans yvir tveir dystir.

Hjá monnum verður talan um eina endurtøku av finaluni frá 2018, sum var millum H71 og Kyndil. Bæði liðini spældu tvær sera spennadi hálvfinalur. H71 vann yvir tveir dystir 44-43 móti Neistanum, meðan Kyndil vann 57-56 móti VÍF.

Leiksskráin leygardagin 15. februar:
kl. 13.30 VÍF – H71
kl. 16.00 Kyndil – H71

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.