Hálvfinalistarnir funnir

Nú er greitt, hvørji lið eru komin í hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini.

Bólkaspælið hjá kvinnum er av og verða tað H71 og Neistin, sum møtast í aðrari hálvfinaluni og Kyndil og Stjørnan í hinari.

Hjá monnum manglar ein dystur millum KÍF og Kyndil í bólkaspælinum, men hevur hann tó onga ávirkan á støðuna í bólki 2. KÍF hevur longu vunnið bólkin og møta teir StÍF í aðru hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni møtast H71 og VÍF.

Hálvfinalurnar verða leiktar í viku 7 og finalurnar vikuna eftir, leygardagin 25. februar.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.