Heimavøllurin verður nú í Keypmannahavn

Manslandsliðið spælir komandi heimadystin í Royal Arena í Keypmannahavn. Sum áskoðari sleppur tú eisini at uppliva donsku heimsmeistararnar. Kom við til eina hondbóltsveitslu!

Leygardagin 13. apríl spæla Føroyar og Ukraina undankappingardyst í stásiligu arenuni í Keypmannahavn, sum seinastu vikurnar eisini hevur verið karmur um nakrar dystir í heimsmeistarakappingini hjá monnum.

Og sum áskoðari kann tú gera kvettið, tí tú sleppur at síggja føroysku stríðsmenninar og donsku heimsmeistararnar sama kvøld.

Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð.

Av tí, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøv, má føroyska manslandsliðið spæla sínar dystir uttanlands. Tann fyrsti heimadysturin var í Skjern Arena, komandi heimadystur verður í Royal Arena, men enn er ikki greitt hvar triðji og seinasti EM-dysturin skal spælast.

Atgongumerkjasølan til stóru hondbóltsveitsluna byrjar miðjan februar.

Framúr dystur av Føroyum

14. apríl 2019

Føroyar taptu tepurt fyri Ukraina. Úrslitið var 26-27.

Klárt til stóra brakið

12. apríl 2019

Karmarnir eru av teimum bestu, tá føroyska manslandsliðið skal í eldin móti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn.

Taptu fyrra dystin móti Ukraina

10. apríl 2019

Føroyar taptu við ellivu málum móti Ukraina í Kiev í kvøld. Úrslitið var 30-19.