Heimsins besti hondbóltsspælari til Føroya

Millum stóru og sterku kvinnurnar hjá Serbia, sum skulu spæla móti Føroyum í næstu viku, er ein av evnaríkastu kvinnuligu hondbóltsleikarum í heiminum.

Talan er um Andrea Lekic, sum varð kosin heimsins besti hondbóltsleikari í 2013, tá Serbia tapti finaluna um heimsmeistaraheitið. Sama árið vann hon Champions Leauge við ungarnska liðnum, Gyor. Hon hevur eisini í fleiri førum verið í uppskoti til heiðurin sum heimsins besti hondbólsspælari. Hon er eisini vald sum besti spælstýrari í heiminum.

Andrea Lekic hevur spælt 93 A-landsdystir fyri Serbia og skorað 484 mál.

Føroyar spæla tveir landsdystir í næstu viku, sum eisini eru teir síðstu dystirnir í hesi EM-undankappingini. Tann fyrri er mikukvøldið 30. mai á heimavølli móti Serbia, ið endaði nummar níggju til HM í desember. Dysturin verður spældur í høllini á Hálsi í Havn klokkan 19.00.

Tann seinni er leygardagin 2. juni ímóti Svøríki á útivølli, ið endaði nummar trý til HM.

Finalistarnir hjá U-liðunum

13. februar 2019

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar.

Skráin fyri hálvfinalurnar

11. februar 2019

Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Spenningur um hálvfinalupláss

8. februar 2019

Spenningurin er í hæddini, tá hálvfinalistarnir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum skulu finnast um vikuskiftið.