Helgi er úti í tveir mánaðir

Strikuspælarin, Helgi H. Hoydal, verður hvørki við í dystinum í dag móti Rumenia ella í dystinum í morgin móti Italia. 

– Tíverri fái eg ikki spælt aftur í hesi HM-undankappingini. Eg havi verið á skaðastovuni í dag og fekk at vita, at eg havi eitt beinbrot  í fótinum og skal binda frið í tveir mánaðir, sigur ein vónbrotin Helgi Hoydal.

Tað var í seinna hálvleiki í dystinum í gjár móti Ukraina, at skaðin hendi, tá Helgi í verjustøðu hoppaði eftir bóltinum og lendi skeivt og beklaði.

Føroyar hava tríggjar strikuspælarar við í hópinum, so nú verða tað Rókur Akralíð og Sigmundur Nolsøe, sum skulu traðka til uttan Helga, í dystinum í dag og í morgin.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.