Hesi hava klárað seg best

Sosialurin hevur tikið samanum avrikini hjá leikarunum í Okkara- og SMS-deildini fyri fyrru hálvu av hondbóltsárinum 2018/19, og valt besta leikara á hvørjum einstaka plássi. 

Neistin eigur meirilutan av bestu leikarunum hjá monnum og VÍF hjá kvinnum. Feløgini hava tríggjar leikarar hvør á ársins liði. Kyndil eigur báðar málverjarnar.

Kvinnur
Málverji – Jovana Stranjanac, Kyndil
Vinstri vongur – Tóra Eliasen, Stjørnan
Vinstri bakkur – Marita Mortensen, H71
Strika – Durita Toftum Joensen, H71
Spæliskipari – Agnas Olsen, VÍF
Høgri bakkur – Durita Jojic Christophersen, VÍF
Høgri vongur – Halla Skylv Midjord, VÍF

Menn
Málverji – Tórður Guttesen, Kyndil
Vinstri vongur – Høgni Zachariassen, Neistin
Vinstri bakkur – Hans Eli Sigurdbjørnsson, KÍF
Strika – Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Spæliskipari – Tróndur Kragesteen, Neistin
Høgri bakkur – Rasmus Søby, Neistin
Høgri vongur – Pætur Thomsen, H71
Verjuleikari – Jón Múller, VÍF

Sosialurin grundgevur m.a. soleiðis, hví Marita Mortensen er vald sum besti vinstri bakkur: 17 ára gamla Marita Mortensen spælir sítt fyrsta ár í bestu føroysku deildini, og longu frá fyrsta dysti gjørdist greitt, at hon var millum teir heilt frægu leikararnar. Síðani hevur hon hildið fram at sýna kropsliga førleikan fram við sínum longu lopum og hørðu og beinraktu skotum. Hon eigur ein stóran leiklut í, at H71 spælir við um finaluplássini.

Um besta strikuleikara hjá monnum, grundgevur Sosialurin soleiðis: Rógvi Dal Christiansen er ein hin kropssterkasti leikarin í deildini og er sjálvskrivaður á hetta liðið. Øll mótstøðuliðini fyrireika seg eyka upp á at verja strikuspælaran, tá ið spælast skal móti Kyndli. Tað snýr seg um at hann ikki má fáa bóltin, tí hann er ógjørligur at halda, og tykist at gerast tryggari og tryggari í skotunum fyri hvønn dyst. Tað er óhugnaligt hjá mótstøðuliðunum at vita, at hann í roynd og veru kann gerast enn betri.

Grundgevingarnar fyri hvønn einstaka spælara kunnu lesast í Sosialinum frá farna vikuskifti.

 

Kvinnulandsliðið móti úrvalsliði

22. mars 2019

A-landsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir um vikuskiftið – í dag móti U17-landsliðnum við monnum, og í morgin móti einum úrvalsliði, ið er mannað við m.a. Agnas Olsen, Liljuni Djurhuus, Jovanu Stranjanac og Onnu Brimnes og øðrum profilum í føroyskum hondbólti. Ingi Olsen stendur fyri liðinum.

Spennandi niðara hálva

21. mars 2019

Hol varð í gjárkvøldið sett á niðaru kappingina hjá monnum, og líkt er til, at tað kunnu gerast nakrir spennandi dystir millum KÍF, Team Klaksvík og StÍF. 

Soleiðis verða finalurnar skipaðar

20. mars 2019

Í kvøld verða fyrstu hálvfinalurnar í Okkara-deildini, tá VÍF fær vitjan av H71. Hóskvøldið hittast Kyndil og Neistin í hinari hálvfinaluni. Aðru hálvfinalurnar eru sunnudagin.