Hesi hittast í hálvfinalunum

Um vikuskiftið gjørdist greitt, hvørji lið hava vunnið sær pláss í hálvfinaluumfarinum í Faxe Kondi kappingini og hvørji lið skulu dystast um at koma í sjálva finaluna.Hjá kvinnunum eru hálvfinalurnar millum VÍF og VB og Kyndil og H71. Hjá monnunum hittast VÍF og Kyndil og H71 og Neistin

Fyrra hálvfinalan er mikukvøldið og seinna sunnudagin. Vanlig mannagongd er, at liðini, sum enda nummar 1 í bólkinum fáa heimadyst í seinna dystinum. Hjá monnum vunnu VÍF og Neistin sín bólk, meðan VÍF og Kyndil vunnu bólkarnar hjá kvinnum.

Leikskrá:

Fyrra hálvfinala
Mikudagur 7. feb. kl. 18.30 H71 – Kyndil
Mikudagur 7. feb. kl. 20.00 H71 – Neistin
Mikudagur 7. feb. kl. 20.00 VB – VÍF
Hósdagur 8. feb. kl. 20.00 Kyndil – VÍF

Seinna hálvfinala
Leygardagur 10. feb. kl. 18.00 Kyndil – H71
Sunnudagur 11. feb. kl. 14.30 VÍF – VB
Sunnudagur 11. feb. kl. 16.00 VÍF – Kyndil
Sunnudagur 11. feb. kl. 16.00 Neistin – H71

 

 

 

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.