Hesir eru úttiknir til U18

U18-landsliðið við monnum skal í aðru viku taka lut í EM-kapping í Georgia.

Kappingin er skipað á sama hátt, sum tann, ið U20-landsliðið júst hevur luttikið á, har tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar og at tað annars eru plaseringsdystir. Vinnarin av kappingini tryggjar sær atgongd til HM-endaspælið í 2019 fyri U18-landslið.

Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi, Litava, Makedonia og Sveis.

Venjarin, Birgir Hansen, hevur úttikið hesar til uppgávuna:

Heini á Heygum, VÍF
Andri K. Hansen, STÍF
Martin Danielsen, STÍF
Ivan Mrdalo, STÍF
Dánjal Ragnarsson, Neistin
Julian Kragesteen, Neistin
Jónas Rasmussen, Neistin
Tróndur Mikkelsen, Skjern Håndbold
Høgni F. Gaard, Skjern Håndbold
Gilli S. Holm, Oure
Pauli Mittún, H71
Sakaris A. Sakarisson, H71
Hákun av Teigum, H71
Bogi Hansen, H71
Elias á Skipagøtu, H71
Pauli Jacobsen, H71

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.