HM 2019 setti met

Ongantíð áður hava so nógvir áskoðarar verið til eina heimsmeistarakapping í hondbólti sum hesaferð. Fleiri enn 900.000 fólk høvdu keypt sær eitt atgongumerkir til HM-endaspælið.

HM 2019 skrivaði eisini søgu við at tað á fyrsta sinni vóru tvey lond, sum vóru vertir fyri endaspælinum. HM-dystirnir vórðu leiktir í fýra ymsum býum í Týsklandi og í Keypmannahavn og Herning í Danmark.

Tá sjálv HM-finalan varð spæld í Boxen í Herning fyri viku síðan, sóu 15.003 áskoðarar dystin frá áskoðaraplássunum, samstundis sum 2,8 milliónir sóu finaluna á DR1 og TV2.

HM 2021 verður í Egyptalandi. EM 2020 verður í Noreg.

 

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.